Innanlands

Minna á at fólk skulu hava navn á hundinum

Mint verður á hetta í samband við at ein hundur varð yvirkoyrdur í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-05 13:03 Author image
Ari av Rana

Ein bilførari var so óheppin at hann koyrdi á ein hund á Marknagilsvegnum í Havn í gjár. Hundurin var sloppin út og rann út fyri bilin.

Av tí at hundurin hevði bæði navn og telefonnummar hjá eigaranum í hálsbandinum, var skjótt at finna fram til eigaran. Hesi fingu boð um óhappi og heintaðu hundin.

Tað er ikki altíð at hundar hava navn og telefonnummar hjá eigaranum í hálsbandinum. Løgreglan minnir á at hetta er lógarkrav.

Rættað: 17:26

placeholder
placeholder