Innanlands

Minesto miðsavnar Dragon Class virksemi sítt í Føroyum í 2022

– Samstarv okkara við SEV heldur fram, og teirra stuðul við at veita okkum samband við elnetið, samstarv á staðnum og at vera fyrsti avtakari av Deep Green sjóvarfalsorku er av ovurstórum týdningi fyri okkum, sigur forstjórin í Minesto

2022-03-14 11:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

SEV: Minesto hevur avgjørt at miðsavna sítt virksemi við Dragon Class orkuverkunum í Vestmanna í ár. Henda ætlan fer væntandi at lætta um seinkingar í veitingum, og samstundis at hava synergi fyrimunir og betri rakstur við sær.

Fyrsta D4 modellið, sum er nýggj optimerað versjón av drekanum hjá Minesto, verður sett inn í verandi uppseting í Vestmannasundi í fyrru helvt av 2022 sum upprunaliga ætlað. Fyri at spara tíð er avgjørt eisini at seta út tann næsta D4 (100 kW) drekan og D12 (1,2 MW) drekan í Vestmannasund í 2022. Ætlanin var annars at royndarkoyra hesar eindirnar ávikavist í Fraklandi og Wales.

– Vit eru sannførd um, at henda umskipan av virkseminum er skilagóð. Á henda hátt verða íløgurnar betur gagnnýttar, privatar eins væl og almennar, í okkara ES-fíggjaða samstarvi við samstarvspartar í Wales og í Fraklandi. Avtalutreytirnar fyri íløgurnar eru óbroyttar, og tað eru okkara ætlanir í Fraklandi og Wales eisini, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

– Miðsavnan av okkara útgerð og virksemi á einum stað, hevur stórar fyrimunir við sær í mun til váða, flutningssamskipan og kostnað. Hetta er skjótasta tilgongdin til at royna dagførdu útgávuna av drekanum, skapa inntøku og at vaksa um virksemið.

Avgerðin fer at minka um møguligar seinkingar av veitingum. Covid-19 hevur viðført óvissu og avbjóðingar við veitingum, og ein miðsavnan av virkseminum á einum landafrøðiligum stað er í so máta meira effektiv.

– Samstarv okkara við SEV heldur fram, og teirra stuðul við at veita okkum samband við elnetið, samstarv á staðnum og at vera fyrsti avtakari av Deep Green sjóvarfalsorku er av ovurstórum týdningi fyri okkum, sigur Martin Edlund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder