2026-01-14 14:47
Miðflokkurin boðar frá, at hann fer at hava ársins fyrsta almenna uppstillingarfund síðst í hesum mánaðinum.
Fyrsti uppstillingarfundurin hjá flokkinum í sambandi við komandi løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi 8. desember í ár, verður hóskvøldið 29. januar klokkan 19.30 á Panorama á Hotel Hafnia.
Á fundinum verður høvi at hitta nýggj valevni til løgtingsvalið, fáa kunning um politiska arbeiðið hjá Miðflokkinum, og at tekna seg á vallistan sum valevni, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.
Fundurin er opin fyri øll, ið hava áhuga fyri Miðflokkinum og politiskum arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald