Innanlands

Mette Frederiksen stuðlar føroyskum ynski um betri ES avtalu

Føroyar eru í ferð við at gerast bundnar av fíggjarligu fyrimununum við russiskum samhandli samstundis sum vesturheimurin er í ferð við at taka frástøðu frá Russlandi, segði Barbara Gaardlykke Apol á fólkatingi í gjár

Barbara Gaardlykke Apol helt sína fyrstu røðu á fólkatingi í gjár

Barbara Gaardlykke Apol helt sína fyrstu røðu á fólkatingi í gjár

2021-05-19 18:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambært Barbaru Gaardlykke Apol, varafólki fyri Javnaðarflokkin á fólkatingi, er tað tann ótíðarhóskandi handilsavtalan við ES, ið hevur gjørt tað neyðugt fyri Føroyar at finna aðrar marknaðir at útflyta til. Tað er einki at siga til, at eitt land sjálvandi ynskir at fáa inntøkur til landi, sum kemur vælferðini til góðar. 

Bráðnandi ísurin í Arktis broytir tó bæði politisku og landafrøðiligu støðuna í økinum, sum spennir viðurskiftini londini ímillum. Stórveldini markera seg í økinum við hernaðarligari dubbing, og krevja, at londini sláa manngarð um vesturlendsk virði, við at velja síni samstarvslond við størsta varsemi.

- Fyri Føroyar og vesturlendsku londini í Arktis, kann tað fáa óhepnar avleiðingar, um føroyska marknaðaratgongdin er bundin at Russlandi, sum javnan brýtur seg ímóti grundleggjandi mannarættindum. Tað hevði tænt bæði Føroyum og Danmark nógv betri, um handilsavtalan hjá Føroyum við ES varð nútímansgjørd, soleiðis, at handilsviðurskiftini ikki gerast ein trygdarpolitiskur spurningur ella ein spurningur um hvørt Føroyar hjúkla um vesturlendsku virðini, segði Barbara millum annað á røðarapallinum. 

Røðan hjá Barbaru varð væl móttikin av fleiri flokkum í salinum, umframt Mette Frederiksen, forsætisráðkvinnu, sum sigur seg stuðla føroyska ynskinum um eina betri handilsavtalu við ES.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder