Innanlands

Mette F. hevði gávu við: Byggir føroyingum nýtt fongsul

Løgmaður og danska forsætisráðfrúan skrivaðu undir ætlanarskriv á fundinum í morgun

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-07 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit hava skrivað undir eitt ætlanarskriv um at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum.

Soleiðis ljóðaðu boðini frá løgmanni á stuttum tíðindafundi eftir fundin millum løgmann og donsku forsætisráðfrúuna, sum byrjaði almennu Føroyavitjan sína fyrrapartin.

Sostatt hevði Mette Frederiksen eina gávu við nú áðrenn avtala væntandi verður gjørd um at seta upp radara á Sornfelli. Tann avtalan verður løgd fram til undirskrivingar hósdagin.

Men í dag kundi hon so boða frá, at dagarnir hjá Mjørkadalsstøðini undir Sornfelli sum fongsul nú eru taldir.

Danmark fer at byggja eitt nýtt og tíðarhóskandi fongsul, hetta so at tey innsettu fáa virðiligar umstøður at sita revsingina, og at føroyingar eisini sleppa undan at fara niður til Danmarkar í fongsul.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men Mette Frederiksen vísti staðiliga aftur, at samband er millum hetta lyftið og ætlanirnar um radaran, tá hon varð spurd um hetta av Føroysku Tíðindastovuni í Keypmannahavn, sum undraðist yvir, at fyrispurningar frá føroyskum fólkatingslimum um júst hetta ikki høvdu borið á mál, og tað kundi bera til júst nú, sum Danmark hevur eitt ynski um at seta eftirlitsradara upp í Føroyum.

- Eg kann bara vísa aftur, at talan er um nakað samband hesum viðvíkjandi. Hesi málini hava einki við hvørt annað at gera, segði Mette Frederiksen, sum annars upplýsti, at tað nú verður farið undir fyrireikandi projekteringsarbeiðið beinanvegin, og so verður roknað við, at fongslið kann byggjast helst í tíðarskeiðinum 2027 til 2030.

Men áðrenn komið er so langt, skal spurningurin um staðseting eitt nú avgerast. Løgmaður hvørki kundi ella vildi avdúka nakað um staðsetingina. Tað verður ein spurningur, sum skal takast upp í føroysku politisku skipanini fyrst, segði løgmaður.

Fongsulsverkið og kriminalforsorgin er danskt málsøki. Tað hevur leingi verið eitt føroyskt ynski at fáa eitt tíðarhóskandi fongsul í Føroyum.

Yvirlýsingin sæst her

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder