Mentan

Metstórt tal av prógvum frá Setrinum í ár

165 hava staðið prógv í ár – ongantíð áður hevur Fróðskaparsetur Føroya latið so mong prógv sum í 2022

2022-06-23 18:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurlandahúsið verður karmur um eitt satt hátíðarhald í morgin, tá Chik Collins, rektari, fær heiðurin av at handa eina ørgrynnu av nýggjum prógvum.

Tølini frá lestrarskrivstovuni á Setrinum vísa, at í ár hava 165 kvinnur og menn staðið prógv.

125 hava staðið bachelorprógv, 18 masterprógv og 22 hava staðið onnur prógv, so sum hjánám, ískoytisprógv o.a.

Síðani seinastu prógvhandan á sumri 2021, hava 58 staðið prógv, og hesi verða eisini hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum í morgin. Hetta merkir, at samanlagt hava 223 lesandi staðið prógv á Fróðskaparsetri Føroya seinastu 12 mánaðirnar.

Stuttligt er eisini, at søga verður skrivað við tað, at hetta er fyrstu ferð, at Setrið útskrivar bachelorprógv í listaligum arbeiði og í løgfrøði.

Prógv til prógvhandanina 24. juni 2022:
21 bachelor í sjúkrarøktarfrøði
5 master í heilsuvísindum
3 master í fólkaheilsu
4 bachelor í føroyskum
1 hjánám í føroyskum
8 bachelor í listaligum arbeiði (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)
35 bachelor sum fólkaskúlalærari
28 bachelor sum námsfrøðingur
6 ískoytisprógv fyri lærarar
1 ískoytisprógv fyri námsfrøðingar
14 prógv á masterstigi í námsfrøðiligari útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum
1 bachelor í KT-verkfrøði
1 bachelor í vistfrøði
7 bachelor í búskaparfrøði
12 bachelor í løgfrøði  (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)
1 bachelor í politikki og umsiting
3 bachelor í samfelagsvísindum
4 bachelor í søgu
2 master í politikki og umsiting
4 master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
4 master í søgu

Tilsamans 165 prógv í 2022 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder