Innanlands

Metnógvir skamtir til landið í dag

Talan er um umleið 18.000 skamtir, og fleiri tíðir til koppseting verða tøkar í morgin. Tíðin millum fyrra og seinna prik er stytt frá fýra vikum niður í tríggjar

Tilsamans koma slakir 34.000 skamtar í juli. Tíðarætlanin er framskundað orsakað av mongu skamtunum, ið Danmark hevur keypt úr Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

Tilsamans koma slakir 34.000 skamtar í juli. Tíðarætlanin er framskundað orsakað av mongu skamtunum, ið Danmark hevur keypt úr Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-06 16:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag koma umleið 18.000 skamtir av koppingarevni til Føroyar. Hetta er met, tí ongantíð áður eru so nógvir skamtir komnir til landið í einum.

Hetta skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðu sínari

- Komandi vikurnar kemur nógv koppingarevni til Føroya. Tilsamans koma slakir 34.000 skamtar í juli. Meginorsøkin til stóru nøgdina av koppingarevni, sum kemur til Føroyar er, at Danmark hevur keypt 1,17 mió. skamtar av koppingarevninum Pfizer-BioNTech frá Rumenia.

Stóru nøgdirnar hava eisini við sær, at munandi fleiri tíðir verða tøkar til koppseting. Frá í morgin, mikudegnum 7. juli, ber til at bíleggja nýggjar tíðir á corona.fo. Sjúkrahúsverkið fer at koppseta allar dagar komandi tíðina.

Somuleiðis verður tíðarskeiðið millum fyrra og seinna prik stytt, skrivar hmr.fo - hetta fyri at fáa fólk skjótari liðugt koppsett. Tíðin ímillum hevur verið 28 dagar - fýra vikur - men tað verður 21 dagar framyvir. Tað ger mun, nú nýgga Delta-frábrigdið eisini hevur tikið seg upp í Føroyum, boða heilsumyndugleikarnir frá.

Koppsetingarkalendarin verður framskundaður við tveimum vikum. Nú verður roknað við, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34  23.-29. august). Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett í viku 36. Øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.

Les eisini:
Koppsetingarætlanin framskundað í tvær vikur
Nú eru yvir 50.000 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder