Innanlands

Metgott ár hjá KJ Hydraulik

Ársúrslitið í 2020 gjørdist 15,2 milliónir krónur sammett við 8,4 milliónir krónur árið fyri

(Mynd: Kj.fo)

(Mynd: Kj.fo)

2021-09-16 17:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur gingið væl hjá KJ Hydraulik P/F, sum hevur høvuðssæti á Kambsdali. Felagið veitir tænastur til alivinnuna, fiskivinnuna og aðrar vinnur í Føroyum og uttanlands.

Bruttovinningurin hjá felagnum øktist 18 prosent í 2020 til 80.2 mio.kr, vísir nýggjasti roknskapurin.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist 15,2 mió.kr. sammett við 8,4 mió.kr. í 2019. Vøsturin var tí heili 80 prosent.

Hetta er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum seinastu 16 árini sambært Vinnuvitan.biz.

KJ Hydraulik er ein fíggjarliga sterk fyritøka. Tað sæst á fíggjarstøðuni í 2020, har ið eginpeningurin var 73,9 mió.kr. í mun til eina samlaðu fíggjarstøðu upp á 147,2 mió.kr. Trygdarevnið er 50 prosent, sum verður mett at verða gott.

Langfreistaða skuldin var 25,6 mió.kr., sum skal haldast upp imóti eini støðisogn á 49,2 mió.kr. Vørugoymslan var 38,5 mió.kr. og áogn í sambandi við sølu var 48,5 mió.kr. Stuttfreiðstaða skuldin til at fíggja ogn í umferð var 45 mió.kr.  Felagið hevði harumframt 10 mió.kr. í tøkum peningi við ársenda 2020.

KJ Hydraulik P/F var stovnað í 1978. Stjóri í felagnum er Ólavur Asafsson Olsen.

Eigari av felagnum er móðurfelagið SVB Sp/f. Nevndarformaður er Lillian í Lambanum, sum saman við børnunum Viggo K. Johannesen, Sólvá K. Eliassen og Bergur K. Johannesen eru skrásettir eigarar av fyritøkuni SVB, sum eigur partabrøvini í KJ Hydraulik P/F.

KJ Hydraulik gjørdist ársins virkið í 2016.

Greiningin er gjørd av vinnuráðgevarafyritøkuni Sp/f Nira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder