MEST hevur í dag gjørt avtalu við Dansk PE Svejsning um yvirtøku av PE Sveising Føroyar. Somuleiðis er sáttmáli undirskrivaður millum fyritøkurnar um samstarv, sum snýr seg um útbúgving av fólkum á MEST og um útrokningar av dimensiónum og tekniska ráðgeving.
Dansk PE Svejsning hevur meiri enn 20 ára royndir innan økið og hevur veitt nógvar loysnir til kommunur, biogass virkir og onnur. Í Føroyum hevur PE Sveising Føroyar staðið fyri nýggja biogass virkinum “Førka” hjá Bakkafrost – umframt at hava veitt loysnir til bøndur og skip. ir. Talan er um eina fyritøku, sum veitir kappingarførar vørur og tænastur – og er fyritøkan tvær ferð tilnevnd sum sokallað gazellefyritøka.
“Førka” hjá Bakkafrost
Í sambandi við avtaluna er David Leifsson, sum higartil hevur starvast hjá PE Sveising, settur í starv á MEST. David verður formaður á nýggju Plast deildini á MEST í Runavík. Goymsla og skrivstova verður somuleiðis á MEST Runavík og hevur deildin longu nógv at gera. David hevur 10 ára royndir innan plastsveising og er góðkendur (sertificeraður) plastsveisari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald