Innanlands

Merkta grindin úr Bø aftur á Reykjanesrygginum

Merkta grindin úr Havn hevur seinastu dagarnar hildið kósina norðureftir

(Mynd: hav.fo)

(Mynd: hav.fo)

2020-07-09 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er kjak um, hvørt grind skal verða hildin til ella ikki í mun til tey tilmælini sum eru. 

Les eisini: Grind eigur at verða hildin til
                 Ógjørligt at halda tilmælini tá tað er grind (hvat.fo)
 
Tvær grindir vórðu merktar í farna mánaði.

Havstovan skrivar á heimasíðu sínari, at merkta grindin úr Bø hevur nú aftur vitjað júst sama økið á Reykjanesrygginum, har hon var fyri trimum vikum síðan. Grindin ferðast spakuliga á grunna partinum av rygginum.

Merkta grindin úr Havn, ið var suðuri við Rockall fyri viku síðan, hevur seinastu dagarnar hildið kósina norðureftir, og er nú á 23 breiddarstigum, ið er tað eystasta grindin hevur verið, skrivar hav.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder