Innanlands

Merkja grindina – gekk ikki heilt sum ætlað

Mann noyddist at avlíva nakrar hvalir, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður

2020-06-06 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð funnin út fyri Sørvágsfjørð í morgun, kundi, orsakað av tilmælunum hjá myndugleikunum um frástøðu, ikki haldast til.

Avgjørt var at merkja grindina í staðin.

Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vágum, sigur við Portalin, at mann er í ferð við at merkja grindina á sandinum í Bø, men sum skilst hevur tað gingið illa, og tí vórðu tey noydd at avlíva nakrar hvalir, sigur hann.

placeholder
placeholder