Innanlands

Enn ikki greitt nær seðlarnir koma út

Mett verður, at yvir 1.000 springarar løgdu beinini í gjárkvøldið, upplýsir sýslumaður

2021-09-13 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan sjey í morgun varð boðað frá, at tey enn ikki vóru liðug at merkja springararnar, sum løgdu beinini í Skálafirði í gjárkvøldið.

Jens H. Jensen, sýslumaður segði í morgun, at merkingin helst ikki varð liðug fyrr enn eftir klokkan níggju, og ikki fyrr enn tá varð greitt, nær seðlarnir koma út.

Tá Portalurin tosaði við sýslumannin klokkan hálvgum tíggju visti hann enn ikki at siga, nær seðlarnir koma út.

– Vit hava akkurát fingið metingina, so vit kunnu einki siga enn, segði hann.

Helst er talan um yvir 1.000 springarar, og kann roknast við, at býtt verður út á bygdirnar eisini, varð sagt í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder