Innanlands

Menningarkvoturnar eru avgreiddar

Menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir eru nú avgreiddar

2018-08-15 13:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Menningarkvoturnar 2018 eru avgreiddar við grundarlagi í § 9 í kunngerð um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir í ávísum økjum. Kunngerðin er ásett við heimild í § 60, stk. 4 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.

Menningarkvota verður latin til ávísu vinnuligu menningarætlanina við teimum treytum, ið eru við játtanini og kann ikki avhendast, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðu síni.

Tøka nøgdin til menningarkvotur í 2018 er:

  • 41.912 tons av svartkjafti
  • 8.749 tons av makreli
  • 7.510 tons av norðhavssild

Tilsøgnir um menningarkvotu 2018

Tann 8. juni 2018 setti landsstýrismaðurin eina metingarnevnd at viðgera og gera tilmæli um at játta menningarkvotu, sambært § 7 í kunngerðini.

Tann 17. juli 2018 lat nevndin landsstýrismanninum tilmæli. Nevndin mælir til, at av teimum í alt 40 umsóknunum fáa 9 tillutað menningarkvotu.

Tann 14. august 2018 játtaði Fiskimálaráðið, eftir tilmælinum frá nevndini, hesar nøgdir (tons):

Umsøkjari

Øki

Svartkj.

Makrel

Sild

Ár

Vestmanna Fiskavirki

Norðstreym

12.970

2.002

1.593

4

P/F Skip / Snarfrost

Vágar

10.400

2.002

1.593

4

Sp/f Sjógæti

Norðureysturoy/

Norðstreym

0

900

   540

4

Rock Trawldoors

Suðuroy

1.360

0

0

2

Vørustíggjur

 

Sandoy

0

1.171

900

1

Delta Seafood

 

Suðuroy

0

900

873

1

P/F Jókin

 

Suðuroy

8.800

0

0

1

Kósin Seafood & Næraberg

Norðoyggjar/

Suðuroy

0

0

360

1

Steintór og TG Fish

Suðuroy

0

900

900

1

Samanlagt

 

33.530

 7.875

 6.759

 

  

Viðmerkingar til talvuna:

Tær umsóknir, sum verða tillutaðar 4 ára kvotu fáa í ávísum førum lægri kvotu fylgjandi árini.

Menningarkvota, ið verður játtað fyri 2 ár ella 4 ár, verður seinnu árini lutað í sama lutfalli, av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum, sum kvotan hevði fyrsta árið.

Fiskimálaráðið hevur lækkað svartkjaftakvoturnar 20% og silda- og makrelkvoturnar 10% í mun til tilmælið frá nevndini. Ein umsókn krevur nærri viðgerð, eins og viðmerkingar frá umsøkjara. Hesin prosentparturin, verður settur til síðis til nevnda viðgerð er liðug.

Menningarkvota 2019

Fiskimálaráðið hevur ætlan um at lýsa eftir umsóknum um menningarkvotur fyri 2019 seinni í 2018.

Tilmælið

Tilmælið frá metingarnevndini kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder