Uttanlands

Melduródnir herjaðu suðurstatirnar á páskum

Minst 33 fólk eru deyð í herviligum ódnarveðri í USA seinastu dagarnar

Býurin Soso í Mississippi varð hart raktur (Mynd: EPA)

Býurin Soso í Mississippi varð hart raktur (Mynd: EPA)

2020-04-14 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 33 fólk hava latið lív í melduródnum, sum herjaðu í fleiri amerikanskum suðurstatum á páskum.

NBC News boðaði fyrst frá, at seks fólk høvdu latið lív páskadag, men í gjár var talið komið upp á 33.

Stormurin, sum herjaði skapti fleiri melduródnir, sum gjørdu skaðarnar enn verri, og upp móti ein millión fólk mistu streymin. Í Texas upplivdu tey sunnudagin hegling á stødd við tennisbóltar, skrivar Ritzau.

Síðan fór stormurin víðari til statirnar Lousiana, Arkansas, Mississippi, Tennessee, Alabama, Georgia, South Carolina og Noth Carolina.

Mississippi boðar frá, at 11 fólk hava latið lív í einum øki nær markið til Louisiana.

Sjey fólk doyðu mánamorgunin, lokala tíð, í Georgia, meðan níggju fólk doyðu í South Carolina, fleiri orsaka av trøum, ið fullu.

Guvernørarnir í Mississippi, Louisiana og Alabama hava lýst kreppustøðu í økinum orsaka av storminum, har 41 melduródnir vórðu fráboðaðir innan eitt samdøgur.

Stovnurin, sum kannar slík fyribrigdi, NOAA, hevur kallað melduródnirnar í Mississippi fyri eina ”óvanliga sjáldsama hending”.

Longu áðrenn melduródnirnar í Mississippi byrjaðu at herja, varð boðað frá, at borgarar í økinum skuldu leita sær skjól fyri veðrinum heldur enn at halda seg heima fyri at forða virusspjaðing.

Tað hevði við sær, at fólk kundu leita saman í størri mannamongdum, hóast hetta ikki er loyvt orsaka av koronahóttanini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder