Uttanlands

Meksiko skrásetti yvir 700 korona andlát mánadagin

Meksiko hevur nú skrásett meira enn 53.000 andlát í samband við covid-19.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-11 12:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Meksiko skrásetti 705 andlát í samband við covid-19 mánadagin. Tað fær samlaða talið á deyðum við smittuni upp á 53.003. Tað skrivar CNN.

Einans USA og Brasil hava skrásett meira andlát við covid-19, sambært tølunum frá John Hopkins University.

Heilsumálaráðið í Meksiko sigur, at 5.558 nýggir koronatilburðir vóru skrásettir mánadagin. Harvið er samlaða talið á smittaðum í landinum 485.836.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder