Uttanlands

McDonald’s gevst í Russlandi

- Tað er ómøguligt at síggja burtur frá humaniteru kreppuni, sum kríggið í Ukraina elvir til, skrivar stjórin til tey 62.000 starvsfólkini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-17 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Risastóra amerikanska matstovuketan McDonald’s hevur nú tikið seg úr Russlandi, sum avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.

Ein ætlan er nú gjørd fyri, hvussu heimsins størsta burgara-keta, McDonald’s Corp., kann selja matstovurnar, sum fyritøkan eigur í landinum eftir at hava virkað har í yvir 30 ár.

McDonald’s Corp. eigur 87 prosent av teimum næstan 850  McDonald’s matstovunum í Russlandi, skrivar Reuters.

McDonald’s tók í mars mánaði avgerðina um at gevast við virkseminum í landinum. Burgaraketan var – tá hon lat upp eitt nú á Pushkin-torginum í Moskva – ímyndin av at amerikansk kapitalisma gjørdi innrás í táverandi Sovjetsamveldinum.

Stjórin í fyritøkuni, Chris Kempczinski skrivaði soleiðis í brævi til starvsfólk síni í Russlandi.

- Nøkur halda, at tað at veita mat og framhaldandi bjóða starv til tíggjutúsundatals vanligar borgarar er tað rætta at gera. Men tað er ómøguligt at síggja burtur frá humaniteru kreppuni, sum kríggið í Ukraina elvir til.

Hóast tær flestu matstovurnar nú eru latnar aftur, so eru nakrar McDonald’s matstovur, sum eru útveittar í sonevndari franchise-avtalum, og hesar gera sær nú dælt av, at McDonald’s er so vælumtókt millum russar.

Eitt nú við Leningradsky tokstøðina í Moskva, har bíðirøðin uttan fyri matstovuna um vikuskiftið var long. Hetta er einasta matstovan í russiska høvuðsstaðnum, sum enn hevur opið.

Í fjør umsetti McDonald’s fyri tvær milliardir dollarar í Russlandi og Ukraina. Tað er um 9 prosent av samlaða umsetninginum hjá fyritøkuni, skrivar Reuters.

McDonald’s fer nú at selja matstovurnar til lokalar keyparar, men hesi fáa ikki loyvi til at varðveita navn, búmerki, marknaðarføring og matarskrá hjá McDonald’s.

Fyritøkan hevur eisini boðað frá, at hon framhaldandi fer at rinda løn til tey 62.000 starvsfólkini til matstovurnar eru seldar og starvsfólkini fingið starv hjá nýggju eigarunum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder