Innanlands

Mary givin sum vaskikona eftir 46 ár

78-ára gamla Mary Jensen vaskaði Dagstovnin við Velbastaðvegin í 28 ár - síðani hevur hon vaskað Býráðssalin, Móttøkuhúsið og Degnshús í 18 ár

Fyrsti ferð Mary Jensen skimmaði við Velbastaðvegin var í 1973 (Mynd: torshavn.fo)

Fyrsti ferð Mary Jensen skimmaði við Velbastaðvegin var í 1973 (Mynd: torshavn.fo)

2021-01-29 12:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur vundið tvøguna fyri seinastu ferð eftir at hava vaskað fyri Tórshavnar kommunu í samfull 46 ár. Í sambandi við at Mary Jensen er givin sum vaskikona, beyð Heðin Mortensen, borgarstjóri, henni til ein drekkamunn á Ráðhúsinum í dag.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at fyrsti ferð Mary Jensen skimmaði við Velbastaðvegin var í 1973, tá ið stovnurin lat upp. Hon vaskaði Dagstovnin við Velbastaðvegin í 28 ár, og aftaná tað hevur hon vaskað Býráðssalin, Móttøkuhúsið og Degnshús í 18 ár.

- Mary er avbera fyrikomandi og hevur altíð verið arbeiðssom og álítandi í starvinum. Sum tøkk fyri drúgva tænastu fekk Mary eina gávukurv og bringuprýði frá Tórshavnar kommunu.

Mary er 78 ár, nú hon er givin at vaska fyri Tórshavnar kommunu.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder