Innanlands

Martin og Þóra fingið falkaordanin

Vórðu boðin á Bessastaðir í gjár at fáa heiðurin frá Guðna forseta

2022-08-25 08:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hjúnini Martin Næs og Þóra Þóroddsdóttir vórðu í gjár boðin til Bessastaðir av sjálvum forseta Íslands, Guðna Th. Jóhannessyni.

Tað vísti seg, at forsetin vildi heiðra hjúnunum við “Hin íslendska fálkaorða”, íslendska riddarakrossinum.

Tey fáa heiðurin fyri tað stóra arbeiði, tey hava gjørt við at flyta íslendskar bókmentir yvir í føroyskt mál, ikki minst verkini hjá íslendska Nobel-heiðurslønarmóttakaranum Halldór Laxness, og fyri at kunna um íslendska mentan í Føroyum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hjúnini vórðu heiðrað fyri sínar týðingar og mentanarliga avrik. Í 2021 fingu tey Norðurlendska Herðaklappið frá Norrøna Felagnum í Føroyum.

Føroyingar og herbúgvandi fólk, ið fyrr hava fingið falkaordanin:

Aksel Niclasen, Annfinnur á Túvuvølli Jensen, Bjarni Hansen, Dánjal Danielsen, Jaspur Joensen, Jákup í Løðu, Johan Hendrik Olsen, Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, Karl Mikkelsen, Katrin Dahl, Kjartan Simonsen, Leon Heinesen, Reðin Leonsson, 2022

Jóan Pauli Joensen, 2019

Jóannes Eidesgaard (stórriddarakross við stjørnu), 2007

Annfinn Kallsberg (stórriddaraksoss við stjørnu), Poul Mohr (stórriddarakross), Jóhan H. Winther-Poulsen, Turið Sigurðardóttir, 2001

Poul Mohr, 1999

Ólafur Guðmundsson, 1998

Óli Hammer, 1995

Niels Bendtsen (stórriddarakross við stjørnu), Johan Djurhuus (stórriddarakross við stjørnu), 1988

Einar Kallsberg (stórriddarakross við stjørnu), 1980

Páll Patursson, 1964 

Jóannes Patursson (stórriddarakross), 1946

(Í upprunagreinini høvdu vit ikki føroyingarnir, sum luttóku í bjargingararbeiðinum eftir flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970. Tey fingu falkaordanin, tá forseti Íslands vitjaði í Føroyum í mai)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder