Innanlands

Martin Breum kemur til Føroyar

Kendi tíðindamaðurin kemur til Føroyar at hava framløgu um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark

2018-08-15 10:42 Author image
Oda Strøm
placeholder

Allir føroyingar hava eina hugsan um ríkisrættarligu støðu føroyinga í danska ríkinum, og nú hevur ein nýggjur áhugi fyri hesum spurningi eisini tikið seg upp millum danir. 

Hvussu verður samstarvið millum Føroyar og Danmark í framtíðini? Hvørjar ætlanir hevur Danmark við Føroyum? Eru útlit fyri einum nýggjum samstarvi millum londini? Hvat fer at henda í viðurskiftunum millum londini, um Føroyar gerast sjálvstøðugar?

Martin Breum er útbúgvin tíðindamaður og var í mong ár vertur í sendingini Deadline á DR2, og nú kemur kendi sjónvarpsverturin til Føroya at hava framløgu um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. 

Fyrireikarirnir siga, at við sær hevur hann eisini nýggju bókina "Hvis Grønland river sig løs – en rejse i kongerigets sprækker", har danskir politikarar og leiðandi embætisfólk bróta tøgnina og siga sína hugsan um Føroyar og Grønland í danska ríkinum. 

Høgni Reistrup skipar fyri tiltakinum í Auluni í Finsen, og eftir framløguna fer Høgni Reistrup at seta Martin Breum spurningar.

Tað er í Auluni í Finsen, at fyrilesturin við Martin Breum verður mánakvøldið 27. august kl.19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder