Uttanlands

Marokko: Deyður eftir eftir at hava ligið í brunni í fleiri dagar

Týsdagin datt fimm ára gamli Rayan niður í ein 32 metrar djúpan brunn, og ikki fyrr enn leygardagin eydnaðist tað bjargingarfólkum at fáa hann uppaftur, men hann stóð ikki til at bjarga

Leygardagin eydnaðist tað bjargingarfólkum at fáa fimm ára gamla Rayan upp úr brunninum (Mynd: EPA)

Leygardagin eydnaðist tað bjargingarfólkum at fáa fimm ára gamla Rayan upp úr brunninum (Mynd: EPA)

2022-02-06 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur verið fylgt við bjargingararbeiðnum í Marokko, har ein fimm ára gamal drongur datt niður í ein 32 metrar djúpan brunn í vikuni.

Talan var um fimm ára gamla Rayan, sum brádliga hvarv, tá hann spældi nærindis brunnin týsdagin. Síðani varð umfatandi bjargingararbeiði sett í verk, men í gjárkvøldið gjørdist greitt, at drongurin var deyður.

Tað upplýsir kongshúsið í Marokko fyri lokalum miðlum.

Rayan varð fingin úr brunninum, ballaður inn í eitt gult teppi og koyrdur inn í ein sjúkrabil, sum fór av stað við honum, og stutt eftir hetta komu boðini um, at hann var deyður.

Eitt myndatól, sum varð koyrt niður í brunnin undir bjargingararbeiðnum vísti, at drongurin helst var skaddur, men hann megnaði at flyta fingrarnar. Ilt og vatn varð sent niður til hann, men tað var ógreitt, um hann fekk tikið ímóti nøkrum av tí.

Bjargingararbeiðið var sera trupult, m.a. tí at brunnurin var so smalur, og tí var neyðugt at grava eftir honum, skrivar Ritzau.

Hendingin hevur vakt nógv ans í Marokko og í restina av heiminum, har fleiri túsundatals fólk fylgdu við bjargingararbeiðnum í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder