Innanlands

Marknaðardagurin fluttur til 21. november

Marknaðardagurin, sum skuldi verða í bygdarhúsinum á Strondum 14. november, er útsettur. 19 ymiskir básar hava boðað frá luttøku í ár

2021-11-10 15:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Marknaðardagurin, sum skuldi verða í bygdarhúsinum á Strondum 14. november, er fluttur til sunnudagin 21. november.

Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.

Í ár er einki undantak, tí heili 19 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.

Tað er ókeypis atgongd.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder