Innanlands

Markleys Útbúgving við Tjarnir 28. oktober

Mikudagin verður útbúgvingarráðstevnan Markleys Útbúgving, har til ber at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar eftir fólkaskúla og miðnám.

2026-10-26 12:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 28. oktober verður útbúgvingarráðstevnan Markleys Útbúgving í høllini Við Tjarnir í Hoyvík.

Á tiltakinum ber til at hitta umboð fyri skúlar, útbúgvingarstovnar, lærupláss og aðrar stovnar. Her kunnu vitjandi hoyra um ymiskar útbúgvingar, seta spurningar og fáa vegleiðing um møguleikarnar eftir fólkaskúla og miðnám. Framsýnarar á útbúgvingarráðstevnuni eru 35 í tali, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Seinnapartin vera eisini fyrilestrar um ymiskar útbúgvingar og møguleikar. Evnini eru millum annað hægri lestur, yrkisútbúgvingar og Erasmus+

Ráðstevnan verður fyri 3. árs næmingar á miðnámi og fyri næmingar í 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum frá klokkan níggju til 14.30. Frá klokkan 14.30 til 18 er opið fyri almenninginum. 

Klokkan 14.30 endar skúladagurin hjá næminginum sum hava verið á Markleys Útbúgving við einari samanumtøku og konsert við Bjarka Virgarsson Trondesen, sum nógv kenna frá vælumtóktu sendingini Hoydalar.

Umleið 1.100 næmingar luttaka
Markleys útbúgving er fyri allar næmingar í Føroyum. Næmingarnir fáa eina skrá, har teir vitja básar, lurta eftir fyrilestrum og fáa vegleiðing í bólkum. Sambært fyriskiparunum koma væntandi umleið 1.100 næmingar til tiltakið.

Endamálið við Markleys Útbúgving er at geva teimum ungu betri innlit í útbúgvingar- og yrkismøguleikar og veita teimum vegleiðing um, hvørjar leiðir tey kunnu velja, so tey fáa eitt gott grundarlag at taka avgerðir um sína framtíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder