placeholder
Mentan

Marita verður teaturdirektør í Keypmannahavn

Tekur við sum administrativur leiðari í Sydhavns Teater 1. oktober

Marita Dalsgaard her saman við Martin Næs, fyrrverandi deildarleiðara í Mentamálaráðnum (Savnsmynd)

Marita Dalsgaard her saman við Martin Næs, fyrrverandi deildarleiðara í Mentamálaráðnum (Savnsmynd)

2022-05-20 18:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

1. oktober fær Sydhavn Teater í Keypmannahavn nýggjan administrativan leiðara. Marita S. Dalsgaard, sjónleikari, leikstjóri og núverandi forkvinna í Listafólkasambandinum Lisa, tekur tá við í nýggjum starvi sum umsitingarligur leiðari á leikhúsinum.

Tað boðaði Sydhavn Teater frá í tíðindaskrivi í gjár.

- Marita hevur stóran eldhuga fyri palllist og er før fyri at sameina bæði tað lokala og tað altjóða. Hon kemur við breiðari vitan frá sínum útnorður samstarvi, sum hóskar til ætlanirnar hjá Sydhavn Teater fyri at fáa fleiri norðurlendsk og altjóða samstørv í lag.

- Eg eri sannførd um, at Marita við sínum dygdum fer at seta ferð á menningina, sum longu er í gongd á Sydhavn Teater, og eg gleði meg til at arbeiða saman við henni. Tað er eitt týdningarmikið stig fyri leikhúsið at fáa ein umsitingarligan leiðara, og við Maritu hava vit fingið ein kapasitet umborð.

Soleiðis sigur Mille Maria Dalsgaard, leiðari fyri leikhúsið um valið av Maritu.

- Við nógvum royndum innan fyriskipan, verkætlanum, umsiting og listarligari menning og framleiðslu er Marita S. Dalsgaard ein vinningur fyri Sydhavn Teater. Umframt at hava teir førleikar, ið starvið krevur, hevur hon eisini listaligar royndir og innlit, bæði úr Danmark, men serliga úr Føroyum, har hon hevur virkað hetta seinasta áratíggjuð, leggur hon afturat.

Marita S. Dalsgaard er útbúgvin sjónleikari frá Odense Teater og hevur eisini diplomútbúgving sum listarligur leiðari frá Scenekunstens Udviklingscenter í Odsherred.

Sydhavn Teater er skipað undir Keypmannahavnar kommunu, og heldur til í Karens Minde Kulturhus og Østre Kapel. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder