Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Kári Sólstein vil enn ikki viðmerkja

Hóast allir partar í málinum vísa til kringvarpsstjóran, vil hann onki siga um, nær støða verður tikin í málinum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-18 13:50 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Týsdagin kom niðurstøðan í málinum um tíðindaleiðaran í KVF, Liljuna Weihe, sum hevði kært avgerðina um at flyta seg í annað starv innan Kringvarpið. Mentamálaráðið segði í niðurstøðuni, at tað ikki bar til at flyta tíðindaleiðaran í nýggja starvið á tann hátt, sum tað varð gjørt. 

Síðani niðurstøðan er komin, hava allir partar bíðað eftir, hvat fer at henda næst í málinum. Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum segði týsdagin, at avgerðin lá fult og heilt hjá stjóranum í kringvarpinum, Kára Sólstein, hettar hóast talan er um fyribilsstjóra. 

Og Mikudagin segði advokaturin hjá kæraranum, Sigmund Poulsen, at tey høvdu avgjørt onki at gera í málinum fyri fyrst, tí at kringvarpsstjórin átti intiativið. 

Kári Sólstein hevur allatíð sagt, at hann ikki fer at úttalað seg um málið, og tann støðan er enn galdandi. Hósdagin spurdu vit stjóran, um hann enn hevur somu støðu í málinum, og tað hevur hann. Hann vildi heldur ikki siga nakað um, nær avgerð verður tikin í málinum. 

Málið byrjaði við at Johnny í Grótinum, fyrrverandi kringvarpsstjóri, koyrdi Liljuna Weihe úr starvi. Hann helt at hon hevði skatt trúvirði hjá stovninum. Liljan Weihe kærdi tað avgerðina og fekk viðhald. Tá metti mentamálaráðið, at hóast tíðindaleiðarin hevði skatt trúvirðið hjá stovninum, var talan um ov víðgongt stig at siga hana úr starvi. Tá var sagt, at stjórin átti fyrst at havt givið ávaring ella a flutt tíðindaleiðaran í annað starv. 

Johnny í Grótinum tók niðurstøðuna til eftirtektar og valdi tí at flyta Liljuna Weihe í annað 'akademiskt' starv á stovninum. Tíðindaleiðarin kærdi eisini tað avgerðina við teirri grundgeving, at talan var um starv uttanfyri starvsøkið hjá tíðindaleiðarinum og at hettar ikki var loyvt sambært reglunum um almenn starvsfólk hjá fíggjarmálaráðnum.

Niðurstøðan til hesa kæruna var heldur torskild. Mentamálaráðið heimvísti kæruni, tí at tíðindaleiðarin ikki kundi flytast í annað starv á tann hátt, sum tað varð gjørt. Men Mentamálaráðið segði tó, at um Liljan Weihe harafturímóti hevði fingið uppsagnar skriv og samstundis tilboð um nýtt starv, hevði tað allarhelst verið eitt proportionalt stiga at tikið frá Kringvapsins síðu. 

Christian Andreasen, advokatur, segði við Portalin mikudagin, at hann undraðist á niðurstøðuna. Hann segði at kærumyndugleikin aldrin eigur at heimvísa eini kæru, um hann ikki metir, at grundarlag er fyri at broyta avgerðina. Christian Andreasen helt tí, at mentamálaráðið átti at staðfest avgerðina, men kravt at Kringvarpið gav tíðindaleiðaranum uppsagnarskriv og tilboð um nýtt starv, soleiðis at kærarin hevði havt rætt til eitt nú fimm mánaðar uppsagnartíð, um hon ikki tók av nýggja starvinum. 

Men enn verður onki nýtt í málinum, fyrr enn kringvarpsstjórin hevur tikið avgerð um, hvat skal henda næst. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder