Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Hetta kostaði málið

Løn og løgfrøðilig ráðgeving kostaði út við eina millión fyri Kringvarpið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-10 14:40 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Kringvarpið hevur í morgun søkt eftir nýggjum tíðindaleiðara, eftir at tað 22. mars gjørdist greitt, at Liljan Weihe ikki fekk viðhald í síni kæru um uppsøgnina av sær. 

Uppsagnarmálið var sera drúgt og snúði seg um fýra uppsagnir, har av ein varð tikin aftur. Tað fyrsta ætlanarskrivið varð sent í novembur 2017. 

- Síðani fyrsta ætlanarskrivið frá 30. november 2017 hevur Kringvarp Føroya goldið tilsamans 851.364 kr. í løn, eftirløn, frítíðarløn v.m. til Liljuna Weihe. Í hesum tíðarskeiði var Liljan Weihe í starvi í umleið hálvan triðja mánaða, meðan hon var frítstillað restina av tíðini.

Tað skrivar Kringvarpið til innlitisumbøn hjá Portalinum. Kringvarpið hevur í sama tíðarskeiði goldið advokatum fyri ráðgeving. 

- Í sama tíðarskeiðið eru goldnar 228.466 kr. til advokatar fyri ráðgeving, sum hevur tilknýtið til uppsagnarmálið, skriva tey víðari í teldupostinum til Portalin. 

Liljan Weihe hevði rætt til 6. mánaðar uppsagnarløn og fekk viðhald í øllum sínum uppsagnarmálum burturfrá tí síðstu. Tí hevur talan verið um langt tíðarskeið, har løn goldin, meðan uppsagnarmál hava koyrt. 

Lang uppsagnartilgond 
Liljan Weihe kærdi uppsøgnina av sær í trimum førum. Fyrstu ferð fekk hon viðhald, tí leiðslan í Kringvarpinum hevði borið seg skeivt at í uppsagnarmálinum. Eitt nú varð víst á, at uppsøgn var eitt ov víðgongt stig at taka ímun til grundgevingarnar fyri uppsøgnini. 

Í øðrum lagi varð uppsøgnin heimvíst til Kringvarpið til nýggja viðgerð. Talan var tá um, at Liljan Weihe var blivin flutt í annað starv, men Mentamálaráðið metti, at tilgongdin ímálinum hevði verið skeiv. Um Liljan Weihe skuldi flytast í annað starv, skuldi hon fáa bjóðað starvi og fáa at vita, at um hon ikki tók av, varð tað roknað sum uppsøgn. 

Í triðja førinum fekk Liljan Weihe bjóðað nýtt starv. Hon tók ikki av og varð tá uppsøgd. Hon kærdi málið, og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið viðgjørdi hesa kæruna. Og 22. mars varð greitt, at hon ikki fekk viðhald í málinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder