Innanlands

Málið um eindarleiðaran: Grundgeving ikki neyðug, tá avtala verður gjørd

Eyðgunn Samuelsen og lønardeildin vísa á, at partshoyring og grundgevingar ikki eru neyðugar, tá fráfaringaravtala verður gjørd við alment starvsfólk

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-10 16:08 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað hevur stóran týdning fyri meg, at sovnar, ið eg varði av, fylgja fyrisitingar- og starvsfólkarættarligum reglum og mannagongdum í starvsfólkamálum. 

Soleiðis skrivar Eyðgunn Samuelsen í svari til Hildur Hermansen, fyrrverandi eindarleiðara á Eind 10. 

Hildur Hermansen sendi Eyðgunni Samuelsen eitt skriv eftir at tær báðar høvdu skrivað undir uppá fráfaringaravtalu 14. februar í ár. Í skrivinum vísti Hildur Hermansen á fleiri viðurskifti í sínum uppsagnarmáli, ið ikki høvdu verið nøktandi. 

- Eri uttan nakra sum helst ávaring, tað verið seg munnliga ella skrivliga blivin kallað inn á fund tvær ferðir innan fyri eitt ár hjá depilsstjóranum, Hermann Mortensen, við ongum varningi, har hann munnliga hevur sagt, at eg skal heim og úr mínum starvi, skrivaði Hildur Hermansen millum annað í skrivinum til Eyðgunn Samuelsen og Edvard Heen. 

Men Eyðgunn Samuelsen, sum hevur biðið lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum viðgera málið, heldur ikki, at nakað skeivt er farið fram í málinum. 

Ongin grundgeving krevst fyri avtalu
Eyðgunn Samuelsen skrivar, at lønardeildin hevur víst á, at tá almmen starvsfólk skulu sigast úr starvi, eru mannagongdir í fyrisitingarrættinum og í tænastumannalógini, sum skulu fylgjast. Men hesar reglur eru ikki galdandi, tá talan er um fráfaringaravtalu. 

- Tað merkir, at krøvini í fyristingarlógini til parshoyring, grundgeving v. m. ikki eru galdandi, skrivar Eyðgunn Samuelsen, sum í hesum málinum vísir til lønardeildina, vegna ógegni á sínum egna málaráði. 

Eyðgunn vísir eisini á, at Hildur Hermansen hevði advokat og at fakfelagið varð kunnað um samráðingarnar og góðkendi avtaluna. Men í fundarfrásøgn frá 22. januar, tá Hildur Hermansen fekk at vita, at hon ikki kundi vera í starvinum longur, vísti Christian Andreassen á, at Hermann Mortensen, depilsstjóri, ikki gav grundgevingar fyri hesum. 

Pedagogfelagið kærdi eisini Hermann Mortensen fyri tað, sum tey kallaðu ólógliga handfaring av málinum. Hesum hava Edvard Heen og Annfinn V. Hansen, advokatur, sum varð biðin um at gera frágreiðing fyri Almannaverkið, afturvíst. 

Niðurstøðan hjá Eyðgunn Samuelsen og lønardeildini er, at fyristingar- og setanarrætturin ikki er brotin í hesum málinum. 

Eyðgunn Samuelsen fyrradagin við Portalin, at hon ikki hevði aðrar viðmerkingar til málið enn hesa frágreiðing, hóast Portalurin ferð eftir ferð hevur roynt at fáa samrøðu í lag við landsstýriskvinnuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder