placeholder
Innanlands

Mæla til at kóka vatnið í Kaldbak

Tvær E. coli bakteriur eru staðfestar

2018-09-20 12:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinasta vatnkanning staðfestir, at bakteriur eru í drekkivatninum í Kaldbak. Tað skrivar Tórshavnar kommuna í fráboðan í dag.

Talan er um tvær E. coli bakteriur, ið eru staðfestar í einum vatnsýni. Mælt verður til, at íbúgvar í Kaldbak kóka vatnið, áðrenn drukkið verður. 

Nýggjar kanningar verða gjørdar í dag, og eru úrslitini tøk í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder