Uttanlands

Mæla til at geva yvir 100 bøtur

Bretska løgreglan kannar enn 12 veitslur og samkomur, sum m.a. vórðu hildnar í Downing Street í koronutíðini, tá fólk ikki høvdu loyvi at savnast

Boris Johnson hevur noktað at lagt frá sær orsakað av sonevndu

Boris Johnson hevur noktað at lagt frá sær orsakað av sonevndu "partygate"-gøluni (Savnsmynd)

2022-05-13 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Higartil hevur bretska løgreglan mælt til, at yvir 100 bøtur verða givnar í sambandi við kanning av veitslum, sum vórðu hildnar í koronutíðini í Downing Street í London.

Tað segði løgreglan í gjár sambært Ritzau.

Løgreglan er í ferð við at kanna 12 veitslur og samkomur, sum vórðu hildnar í Downing Street og øðrum stjórnarbygningum í 2020 og 2021, tá smittufyribyrgjandi tiltøkini ikki loyvdi slíkum.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson hevur fleiri ferðir biðið um umbering fyri at hava luttikið í veitslum, meðan landið varð latið aftur, men fleiri, harímillum Labour-flokkurin hava kravt, at hann leggur frá sær sum stjórnarleiðari.

Boris Johnson hevur tó noktað at lagt frá sær. Hann hevur goldið bótina og biðið um umbering, sigur hann.

– Eg má siga sum er, at tað tá ikki gekk upp fyri mær, at tað var ímóti reglunum. Men løgreglan hevur sjálvandi havt eina aðra fatan, og eg virði niðurstøðuna í kanningini, hevur bretski forsætisráðharrin m.a. sagt við BBC.

Tað, sum serliga hevur sakpt øsing er, at veitslurnar vórðu hildnar, meðan vanligir borgarar í Stórabretlandi ikki sluppu at hittast í líknandi samkomum, ikki sluppu at vitja álvarsliga sjúk avvarðandi á sjúkrahúsinum ella savnast til jarðarferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder