Uttanlands

Mæla nú eisini til at nýta munnbind í Danmark

Danmark er eitt av teimum seinastu londunum í heiminum, ið mælir almenninginum til at nýta munnbind

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-07-31 12:42 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Donsku heilsumyndugleikarnir mæla nú øllum, ið nýta bussar, tok og metro, til at bera munnbind. Tað skrivar Sunhedsstyrelsen á sínari heimasíðu.

Heilsustýrið skrivar, at man við fyrimuni kann nýta eitt mundbind, um ein nýtir almenna ferðslu ávísar tíðir, tá tað er trupult at halda frástøðu til onnur ferðandi.

Orsøkin til nýggju tilmælini er økt virksemi í almennari ferðslu, sum kemur eftir at landi so líðandi er latið upp aftur, samstundis sum frítíðin er liðug, og landið ferð at lata enn meira upp, sigur Søren Brostrøm, stjóri í heilsustýrinum.

Stýrið slær eisini fast, at munnbindi ikki kemur ístaðin fyri onnur tilmæli, so sum reinføri og at halda frástøðu, men at tað ístaðin skal síggjast sum eitt ískoyti til hesi.

Nýggju tilmælini eru galdandi frá august 2020.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder