Innanlands

Maður var harðligur móti politistum í tænastu

Enn er støða ikki tikin til, um viðkomandi skal stillast fyri dómara

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-21 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ungur maður situr í løtuni handtikin á løgreglustøðini í Havn fyri at hava framt harðskap móti tænastufólki í sambandi við eina handtøku í nátt.

Enn er støða ikki tikin til, um maðurin skal framstillast fyri einum dómara, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Maðurin varð handtikin á gongugøtuni í Havn í nátt. Ein løgreglupatrúlja varð biðin um at fáa viðkomandi burtur, tí hann var til ampa fyri fólkini, sum vóru á staðnum.

Í sambandi við, at teir báðir politistarnir royndu at fáa mannin burtur, fór hesin at gera mótstøðu, og tað endaði við, at hann brúkti harðskap móti politistunum, sum valdu at handtaka mannin fyri at nýta harðskapi móti tænastufólki í tænastu.

Burtursæð frá hesum var talan um eina friðarliga nátt. Nógv fólk vóru í býnum í Havn, og lagið var gott. Løgreglan var til staðar, og vitjaði inn á øll dansistøðini, har nógv fólk vóru savnað, men alt gekk tó fyri seg í tráð við leiðreglunar, ið eru galdandi viðvíkjandi korona, upplýsir vaktleiðarin.

Fleiri fólk í býnum vórðu kannað fyri at vita, um tey høvdu rúsevni uppi á sær. Ein persónur varð avdúkaður fyri at hava eina lítla mongd av hassji – svarandi til egið brúk, sum sagt verður.

Viðkomandi fær eina bót.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder