Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur góðkent ein nýggjan lógarpakka um umfatandi revsitiltøk móti Russlandi, sum Kongressin hevur samtykt.
Revsitiltøkini skulu raka russiska orku- og verjuídnaðin umframt russiska forsetan, Vladimir Putin og onnur embætisfólk.
Nýggju revsitiltøkini geva m.a. amerikanska forsetanum, Donald Trump heimild at leggja toll á upp til 100 prosent á stórar innflytarar av russiskari olju og gassi.
Sambært nýggja lógarpakkanum, sum ber heitið "Lindsey O. Graham Sanctioning Russia and Iran Act of 2026" eftir Lindsey Graham senator, sum andaðist í juli, skal Trump leggja toll á allar vørur, sum verða innfluttar til USA frá fimm teimum størstu innflytarunum av russiskari olju og gassi, og revsitiltøkini móti Iran verða víðkað, skrivar Reuters.
Endamálið við revsitiltøkunum er at gera tað torførari hjá Russlandi at fíggja kríggið móti Ukraina.
Herfyri vórðu samráðingarnar millum USA, Russland og Ukraina tiknar uppaftur, og Russland hevur sagt, sambært Ritzau, at nýggj revsitiltøk frá USA fara at gera tað torførari at gera eina friðaravtalu, sum kann fáa ein enda á yvir fýra ára langa krígnum.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur hinvegin takkað bæði amerikonsku Kongressina og Donald Trump fyri at hava samtykt nýggju revsitiltøkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald