Innanlands

Maður tikin fyri at vísa harðligan atburð

Hann varð tikin í miðbýnum í Havn tíðliga í morgun – Við sær hevði hann nakrar tómar sodavatnskassar og nakað av turrum kjøti, og vildi hann ikki siga, hvar hann hevði fingið tað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-30 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun, beint áðrenn klokkan sjey, varð ein maður tikin av løgregluni fyri brot á politiviðtøkuna.

Løgreglan sigur, at maðurin vísti harðligan atburð, og fólk ræddust hann.

Hann hevði nakrar tómar sodavatnskassar og nakað av turrum kjøti. Hann vildi ikki siga við løgregluna, hvar hann hevði fingið tað, men helst stava tingini frá sama staði, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum fegin vil frætta frá fólki, sum halda seg vita nakað.

Maðurin hevur ongastaðni at vera, og hann er í løtuni hjá løgregluni á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder