Innanlands

Maður handtikin fyri hóttanir

Hótti við at seta eld á eini hús í nátt

2021-01-01 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum í nátt bar fram hóttanir um at seta eld á eini hús.

Hendingin fór fram uttan fyri Havnina, sigur valtleiðarin hjá løgregluni uttan at koma nærri inn á hvar.

Maðurin situr nú í varðhaldi, og verður avhoyrdur seinni í dag. Enn er støða ikki tikin til, um hann skal stillast fyri ein dómara og um revsimál verður reist móti honum.

- Vanliga verða hóttanarir um harðskap tiknar í líka stórum álvara álvara sum onnur harðskapsmál, og fólk, ið bera fram álvarsligar hóttanir, kunnu rokna við at vera revsað hareftir. Men í hesum málinum er avgerð ikki tikin enn. Ákæruvaldið hevur endaligu avgerðina, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder