Innanlands

Maður handtikin fyri at hava dripið týskan politikara

Walter Lübcke varð dripin fyri tveimum vikum síðani

Walter Lübcke

Walter Lübcke

2019-06-17 12:29 Author image
Ari av Rana

Týska løgreglan hevur nú handtikin ein mann í samband við drápið av týska politikaran Walter Lübcke.

Lübcke varð skotin og dripin fyri tveimum vikum síðani í heimi sínum, og nú er ein 45 ára gamal maður handtikin. Tað eru dna-royndir sum hava ført fram til mannin, sum nú er undir illgruna í málinum.

Maðurin varð handtikin leygarmorgunin í býnum Kassel. Hann varð varðhaldsfongslaður í gjár.

65 ára gamli Lübcke var stjórnarforseti í Kassel og limur av CDU flokkinum hjá Angela Merkel, kanslara. Lübcke varð funnin skotin í høvdið á terassu síni stutt eftir midnátt tann 2. juni.

Týskir miðlar skrivar at Lübcke fekk fleiri hóttanarbrøv fyri sín flóttafólkapolitikk.

placeholder
placeholder