Innanlands

Maður druknaður í Oyndarfirði

Tað var seinnapartin í gjár, at hann varð funnin deyður á sjónum – Løgreglan kannar nú málið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-26 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð ein maður funnin deyður í Oyndarfirði.

Maðurin varð funnin deyður á sjónum tætt við land, og sum skilst er helst talan um eina vanlukku.

Løgreglan kannar tó enn málið, og tí fær hon ikki sagt nakað meira um málið, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at familjan hjá manninum er kunnað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder