Innanlands

Maður dømdur fyri brot á upphavsrættin

Maðurin hevði veitt leiðbeining til, hvussu fólk kundu keypa vardar sjóvarpssendingar uttan at hava fingið loyvi til frá frá teimum, sum eiga rættindini – Umframt fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing, skal hann gera 100 tímar av samfelagstænastu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-19 17:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð kunngjørt, at ein maður í 40unum er dømdur fýra mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava brotið upphavsrættin. Eisini skal hann gera 100 tímar av samfelagstænastu, og Kriminalforsorgin skal hava eftirlit við manninum í eitt ár.

Maðurin, ið hevði fyritøkuna Fjarvarp, hevði tí tíðarskeiðnum 2015-2016 veitt leiðbeining til, hvussu fólk kundu keypa vardar sjónvarpssendingar uttan at hava fingið loyvi til tað frá teimum, sum eiga rættindini.

Sambært Kringvarpinum er hald eisini lagt á góðar 170.000 krónur, sum hann hevði forvunnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder