Uttanlands

Lutfalsliga fá smittað í EM-dystunum í Parken

Danskir konsertfyrireikararnir undrast: Tað var júst sum at vera til festival á áskoðaraplássunum kring Parken

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-15 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fótbóltsdystirnir, sum vórðu spældir í Parken í Keypmannahavn í sambandi við EM-kappingina í fótbólti, gjørdust ikki tann stóri superspjaðarin av koronasmittu, sum óttast varð fyri.

Fýra dystir vórðu spældir við upp til 25.000 áskoðarum.

Danmarks Radio hevur fingið endaligu tølini frá Styrelsen for Patientsikkerhed, sum hevur gjørt upp “úrslitið” av EM-dystunum. Bert fólk við galdandi koronapassi sluppu inn.

Dysturin millum Danmark og Russland var tann “ringasti” við 62 smittaðum. Bert 8 smittað vórðu til tann fyrsta dystin millum Danmark og Finnland, men tá sluppu væl færri áskoðarar inn.

Søren Riis Paludan, professari í virologi á lærda háskúlanum í Aarhus er ikki ørkuymlaður av tølunum. Hann fer somikið langt, at við royndunum frá Parken, so hevði tað, sambært honum, ikki verið óðamannaverk at hildið Roskilde Festivalen síðst í juni.

Ongin superspjaðari
Viggo Andreasen, sum er matematiskur epidemiologur við lærda háskúlan í Roskilde er tó ikki eins bjartskygdur.

Sambært honum, eru tølini frá Parken ikki høg, og tiltøkini kunnu tí ikki fáa spjaldrið at vera superspjaðari.

- Men vit vita jú ikki, um talan er um hepni. Um vit øll fóru til fótbóltsdyst hvønn dag, so hevði endað galið, sigur Viggo Andreasen við Danmarks Radio.

Endaligu tølini fyri EM-dystirnar eru hesi. Talan er um smittutilburðir, ið kunnu setast í samband við dystirnar:

  • Danmark-Finnland: 8 smittað (13.790 áskoðarar)
  • Danmark-Belgia: 41 smittað (23.395 áskoðarar)
  • Danmark-Russland: 62 smittað (23.544 árkoðarar)
  • Kroatia-Spania: 41 smittað (22.771 áskoðarar)

Viggo Andreasen heldur, at serlia Belgia- og Russlandsdystirnir góvu meira smittu, enn roknað kundi verið við sambært smittutrýstinum.

Hagfrøðiliga skuldi talið av smittaðum til dystirnar verið fimm til hesar báðar dystirnar. Tí eru tølini 41 og 62 høg, heldur hann.

Sambært honum, so er hetta prógv um vandan fyri smittu, hóast krav um koronapass og hondspritt.

Síðani dystirnar er talið av smittaðum í Danmark økt. Men hetta hevur onki við EM-dystirnar at gera, sigur Søren Riis Paludan.

Tað er tað serliga smittandi delta-frábrigdið, sum er orsøkin.

Festivalfyrireikarar ilskast
Í Danmark eru festivalfyriskiparar ikki fegnir um, at tey ikki sleppa at halda síni tiltøk, meðan fótbóltsdystir kunnu halda fyri fleiri túsund áskoðarum.

- Eg var sjálvur til EM-landsdyst, og eg kann vátta, at tað ikki vóru nógv, sum sótu niðri. Tað gera fólk ikki til slíkar dystir. Tey dansa, rópa og syngja. Tað er ikki sótur munur á slíkum dystum og festivalum, sigur Brian Nielsen, leiðari fyri festivalarnar Northside og Tinderbox, við Danmarks Radio.

Ein annar konsertfyriskipari, Bent Frandsen, formaður fyri Rock under Broen sigur:

- Eg var til fótbóltsdyst, og eg kundi ganga ímillum økini á leikvøllinum uttan trupulleikar. Tað var júst sum at vera til festival. Ongin sat niðri, øll stóðu uppi, kastaðu við øli, róptu og ýldu kanska meira, enn gjørt verður á einum festivali. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder