Innanlands

Loysti fyrsta flagið til Heimið til børn og ung við autismu

Fyrsta flagið varð loyst í Kvíggjartúni á Argjum seinnapartin

(Mynd: Almannamálaráðið)

(Mynd: Almannamálaráðið)

2021-05-03 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag loysti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, fyrsta flagið til Heimið til børn og ung við autismu.

Heimið, sum verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum, verður eitt bú- og umlættingarheim umframt at hava eina virkniseind - skipað í býlingum.

Í sambandi við at fyrsta flagið varð loyst, varð skipað fyri einum hátíðarhaldi og landsstýriskvinnan helt røðu.

- Býlingurin er ein av teimum fyrstu av sínum slag, og fer bæði nøkta tørvin hjá teimum, ið eru sera illa fyri og hjá teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla. Góðar umstøður til fólk við autismu eru altavgerðandi fyri teirra trivnað sum heild, og tí gleðist eg um, at vit skjótt kunnu bjóða teimum bestu umstøður, segði landsstýriskvinnan millum annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder