Innanlands

Løwe fingið nóg mikið av Skaale

- Eg havi míni mørk – eisini við Javnaðarflokkinum, sigur Beinta Løwe

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-22 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingskvinnan hjá Tjóðveldi, Beinta Løwe, hevur nú fingið nóg mikið av Sjúrði Skaale og hansara skriving, har hann skuldsetir formannin í Tjóðveldi fyri at siga ósatt.

- Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava gott samstarv í Løgtinginum, men samstundis góðtekur leiðslan í Javnaðarflokkinum, at aðrir politikarar í Javnaðarflokkinum leggja eftir Tjóðveldinum og navngivnum politikarum í Tjóðveldi og skuldseta hesi fyri at siga ósatt, manipulera osfr.

- Henda kósin hjá Javnaðarflokkinum, har tey hava “the good guy og the bad guy”, tá tað snýr seg um Tjóðveldi, er ikki júst álitisvekjandi. Javnaðarflokkurin skal vita, at eg havi míni mørk – eisini við Javnaðarflokkinum.

Soleiðis skrivar Beinta Løwe í einum lesarabrævi um orðadráttin millum Sjúrð Skaale og Høgna Hoydal.

Orðadrátturin kann lesast á lesarin.fo:

Sjúrður Skaale: Høgni Hoydal blívur við at siga ósatt 

Sjúrður Skaale: Tá ideologiin blindar 

Høgni Hoydal: At vera ella ikki at vera – í Reykjavík   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder