2018-08-29 21:56
Fríggjadagin 31.august letur upp forvitnislig framsýning í Steinprenti við kollasjum, steinprentum og tekningum hjá finsku listakvinnuni Onnu Seppälä. Listakvinnan hevur bæði framsýnt og arbeitt í Steinprenti áður, men hetta er hennara fyrsta stakframsýning í Føroyum.
Myndevnisligan leggur framsýningin seg í eina realistiska og eina meira gandakenda slóð. Talan er í fyrra lagi um ein veruleikakendan at kalla privatan gerandisheim við lýsingum av børnum við hús og ein meira universalan, ævintýrkendan dreymaheim, ið er merktur av hópin av dekorativum bjartlittum blómum, av kátum dansi, av kolibrium, sum drekka í seg nektar. Huglagið er feminint, um somu tíð undurvakurt og hóttandi, teknihátturin barnsliga fríur og herliga skeivur og óskikkiligur, merktur av einum óvanliga klárum innliti í barnalív og eini greiðari trúgv uppá grundleggjandi týdningin, sum kærleikin hevur fyri skroypiliga mannalívið.Úrslitið er bæði rørandi og listarliga sterkt.
Framsýningin verður hangandi inntil 29.september.
- Steinprent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald