Lokalfeløgini hjá Tjóðveldinum og Fólkaflokkinum í Sandoynni góðtaka ikki linjuføringina til Suðuroyartunnilin, sum gongur gjøgnum Sands bygd og Traðir, sum politisku flokkarnir annars hava funnið semju um.
Les eisini: Semja um at Suðuroyartunnilin skal vera úr Djúpadali
Í skrivi til floksleiðsluna í Tjóðveldi, sum Kringvarpið endurgevur, hóttir nevndin í lokalfelagnum í Sandoynni við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum.
Ingimar Tór Thomsen, formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag sigur við Kringvarpið, at ætlaða linjuføringin er eitt ov stórt inntriv í Sands bygd, og tað kann ikki góðtakast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald