Tá verður bókin ”Stór er tín trúfesti” – Mikladals kirkja 111 ár, eftir Snorra Brend givin út. Bókin er eitt umfatandi verk upp á 440 síður, ið lýsir søguna um Mikladals kirkju, bygdarfólkið og tey stóru tøkini, ið eitt lítið kirkjulið hevur tikið heilt síðani 1646.
Í sambandi við at Mikladals kirkja fyllir 111 ár, hevur Snorri Brend savnað eitt stórt og fjølbroytt tilfar um kirkjuna og bygdina.
”Stór er tín trúfesti” er ikki bert ein vanlig kirkjusøga, men ein livandi og nærverandi frásøgn um trúfesti, trúskap, trúgv og gerandisdagin í eini føroyskari bygd, har kirkjan hevur verið savnandi miðdepilin bæði í gleði og sorg.
Frá kirkjuvígslu til serstakar persónssøgur
Í teimum 440 síðunum verður kavað niður í eina røð av áhugaverdum søguligum hendingum og mannalagnum. Lesarin fær millum annað innlit í:
Vígsluna og stríðið frammanundan: Hví fingu tey nýggja kirkju í 1915, og hvør bygdi hana? Hvør vígdi kirkjuna í desember 1915? Og - hví var kirkjan vígd ein mikudag?
Litríkar persónsmenskur: Nógvar samrøður eru við kvinnur og menn, sum hava sett sín serliga dám á bygdina og kirkjulívið – og tey sum enn tæna kirkjuni í trúfesti. Les um Jóan Magnus sum var deknur her í meiri enn 60 ár. Les um klokkaran, sum kallar fólkið til gudstænastu klokkan 11:00.
Styrkin í einum lítlum kirkjuliði: Hvussu nógv kann eitt lítið samfelag ikki avrika, tá eldhugi, ofurvilji og trúfesti ganga hond í hond – frá bygging til viðlíkahald og menning av kirkjuni fram til dagin í dag.
Dramatiskar hendingar og gerandislív: Bókin nemur eisini við søguligar hendingar í Mikladali – um eitt avhoyr í kirkjuni um ótrúskap, fjórðstørstu grindina í Føroyum í 1872, um upphavið til dramatisku altartalvuna, og um sorgarleikir, sum settu djúp spor víða hvar – og sum avgjørt eisini hoyra við til eina bók um Mikladals kirkju.
Bókin ”Stór er tín trúfesti” verður útgivin sunnudagin 29. november 2026 við eina gudstænastu í Mikladals kirkju. Hon fæst til keyps í bókhandlum kring landið.
Um høvundin
Snorri Brend (f. 1958) er búsitandi á Viðareiði. Hann hevur í næstan 25 ár starvast sum tíðindamaður í útvarpi, bløðum og á netmiðlum, umframt at hann hevur virkað sum trúboðari og arbeitt innan psykiatriina.
Hann hevur áður givið út hesar fýra bøkurnar: Hon fór út (1999), Hetta er okkara bygd (2016), Vit liva og virka (2021) og Ljósið á Oyruni (2024).
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald