Innanlands

Semja um at Suðuroyartunnilin skal vera úr Djúpadali

Løgmansskrivstovan orðar nú lógaruppskot at fyrireika, projektera og bjóða Suðuroyartunnilin og tilhoyrandi tunnils- og vegekervi út

2025-10-27 21:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku fingu øll løgtingsfólk kunning um avgerðarnotatið, sum Pf. Suðuroyartunnilin og ráðgevin, Norconsult, hava latið úr hondum. Floksforfólkini í øllum flokkum á Løgtingi fingu til uppgávu at venda aftur við eini avgerð um, hvørja linjuføring flokkarnir mæla til.  

Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at allir flokkar í Løgtinginum nú hava svarað, og sostatt er semja um linjuføringina. Henda linjuføringin fer úr Djúpadali til Sandvíkar, men við atkomutunli til Skúvoyar (Uppskotið, ið kallast 1A).

Tí verður henda linjuføringin grundarlagið undir lógaruppskotinum, ið eftir ætlan fer til hoyringar í hesi vikuni, skrivar løgmansskrivstovan.

Lógaruppskotið snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.

Talan er um eina verkætlan í tveimum pørtum og skal harvið samtykkjast í Løgtinginum tvær ferðir:

1) Fyrri parturin snýr seg um at fyrireika, prosjektera og bjóða út samlaðu verkætlanina. Tað er hetta lógaruppskotið, ið verður sent til hoyringar hesa vikuna.

2) Tá fyrri partur er liðugur, skal Løgtingið aftur taka støðu til nýggju upplýsingarnar, og nýtt uppskot verður sostatt lagt fram fyri Løgtingið.

Meira sæst á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni, har eisini eru leinki til avgerðarnotat og fylgiskjøl 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder