Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur vegna Løgtingið sent grønlendska tinginum, Inatsisartut, eina stuðulsheilsan, nú stórur ófrættakendur altjóða áhugi er fyri Grønlandi.
Við heilsanini vil Løgtingið vísa djúpastu virðing og størsta stuðul til grønlendska fólkið, skrivar Løgtingið á heimasíðuni.
Brævið er stílað til Kim Kielsen, formann fyri Inatsisartut, byrjar við “kære Kim” og er undirskrivað av Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu.
Her skrivar hon millum annað, tað er við stórari stúran, at vit fylgja tíðindunum úr Grønlandi orsaka av óhoyrdu og óbehagiligu útsøgnunum hjá amerikanska forsetan um hertøkuna av Kalaallit Nunaat.
“Tað er gott at hoyra og síggja tykkara politikkarar og fólk við týðuligari rødd greiða bæði amerikanarum og restini av heiminum, at Kalaallit Nunaat sjálvandi er tykkara, land grønlendinga. Og at ongin annar hevur rætt til at ráð yvir framtíðini hjá tykkara landi”.
“Í hesum so avbjóðandi tíðunum vóni eg, at tit finna styrki við eisini at verða umgyrd av vinum”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald