Innanlands

Løgreglan úr at gera um vikuskiftið

Um vikuskiftið varð boðað frá trimum harðskapsmálum, einari neyðtøku og einum innbroti

(Jens Kr. Vang)

(Jens Kr. Vang)

2022-06-06 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur havt úr at gera seinasta vikuskiftið. Boðað varð frá trimum harðskapsmálum, einari neyðtøku og einum innbroti.

Tað eina harðskapsmálið er tað, sum løgreglan nevnur kvalifiseraður harðskapur – grovur harðskapur. Har varð ein persónur sligin í høvdið við einari fløsku, og varð hann innlagdur á Landssjúkrahúsið til eygleiðingar. 

Tveir mans eru skuldsettir í hesum málinum.

Ein annar persónur er eisini skuldsettur fyri at hava sligið tveir persónar, og hetta verður viðgjørt sum tvey sjálvstøðug harðskapsmál. Talan var ikki um álvarsaman skaða.

Ein ung kvinna boðaði leygarmorgunin løgregluni frá, at hon varð blivin neyðtikin, og er ein maður skuldsettur fyri neyðtøku í hesum sambandi.

Eisini varð eitt innbrot á læknamiðstøðini í Miðvági, har nakað av heilivági varð stolin.

Løgreglan hevur ikki fult yvirlit yvir, hvussu nógv er stolið, men hon hevur verið á staðnum og tryggjað sær nakrar slóðir at ganga eftir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan kannar eisini eina hending, sum varð fráboðað um tíggju-tíðina leygarmorgunin.

Ein ungur maður varð funnin skaddur á økinum innanfyri Skinnarasker í Havn, og varð biðið um sjúkrabil til hansara.

Løgreglan fekk seinni at vita frá Landssjúkrahúsinum, at maðurin hevði stórar skaðar í høvdinum.

Løgreglan hevur ikki funnið nakra ábending um, at nakað illgrunasamt er farið fram, og verður hildið, at viðkomandi er dottin. Men løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, um tey hava sæð okkurt í sambandi við hesum, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder