Innanlands

Løgreglan: Lat vera við at deila myndir uttan samtykki

Sonevnda “Golden Maps” hevur av álvara elvt til kjak seinastu dagarnar. Tað kann geva fongsulsrevsing upp í tvey ár at deila nakinmyndir, sum ein ikki hevur samtykki til

2022-05-20 13:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan heitti enn einaferð í gjár, hesaferð í Degi og viku, um ikki at deila nakinmyndir. Tað kann hava við sær fongsulsrevsing.

Sonevnda “Golden Maps” er aftur í umferð, og fleiri av kvinnunum, sum eru í hesum mappunum, gera nú vart við seg. Tær hava einki at skammast yvir, og tað eru tey sum deila sovorðið á internetinum, sum skulu skamma seg, siga tær.

- Lat vera við at deila myndir sum tit ikki hava loyvi at deila. Tað er brot á revsilógina og gevur fongsulsrevsing. Tað gevur eisini fongsulsrevsing at hava myndir liggjandi sum tit ikki hava samtykki til. Tað er blúnisbrot og gevur upp til tvey ára fongsul, upplýsti Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, í Degi og viku í gjárkvøldið.

At løgreglan seinastu dagarnar hevur heitt á kvinnur um ikki at senda myndir, hevur fingið fleiri til knappaborðið. Tí tað eru ikki kvinnurnar sum hava gjørt nakað galið. Tað er ikki ólógligt at senda nakinmyndir.

- Tá vit ávara kvinnurnar, er tað tí vit helst vilja hava tær at lata vera við at senda myndir. Eg veit væl, at tað ikki eru tær, sum hava gjørt nakað galið, sigur Heri Andreassen.

- Eg haldi tað er betri at ávara kvinnurnar ímóti at gera tað, enn at tær enda naknar á netinum, sigur hann.

- Tað er ikki ólógligt at deila nakinmyndir umvegis netið, men trupulleikin er, at tá myndirnar eru sendar, hevur tú ikki tamarhald á teimum meir.

- Tað eru tey - ella teir - sum deila víðari, sum eru brotsmenninir, og teir draga vit til svars. Fáa vit eina fráboðan um, at ein persónur hevur deilt nakinmyndir uttan samtykki, fara vit eftir honum og fáa prógv fyri at hann hevur gjørt tað, og viðkomandi verður drigin til svars fyri tað, sigur Heri Andreassen við Dag og viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder