Innanlands

Løgreglan lagt hald á 50 el-rennihjól

El-rennihjólini eru ólóglig, sigur løgreglan, sum tí tók øll rennihjólini hjá Hopp Tórshavn í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-31 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár lat ein nýggj tænasta upp fyri borgarum í høvuðsstaðnum. Talan var um eyðkendu el-rennihjólini frá íslendska veitaranum Hopp, sum kunnu leigast umvegis appina Hopp Scooters (les meira um tænastuna her). Men longu í gjár legði løgreglan hald á øll tey 50 rennihjólini, sum vóru komin til Havnar.

Orsøkin var, at tey eru ólóglig í Føroyum, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at tey tóku tey fyrstu rennihjólini aftaná døgurða í gjár, og so hava tey tikið restina gjøgnum dagin og náttina, og um ein fer inn á appina Hopp Scooters, har til ber at síggja, hvar rennihjólini eru, sæst eisini, at 50 rennihjól standa á politistøðini.

[object Object]

– Sambært Akstovuni eru hesi rennihjólini ólóglig, og vit hava greitt eigaranum frá hesum, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at tað er ógreitt hvat nú hendir við øllum teimum 50 el-rennihjólunum.

– Tað er nokk ein spurningur, sum skal loysast millum løgfrøðingar, sigur hann.

Sambært løgregluni vóru tað sum heild ung fólk og børn, sum koyrdu á rennihjólunum í gjár. 

– Tey, sum vit hava noterað, hava í øllum førum verið undir 18 ár, sigur vaktleiðarin.

placeholder
placeholder