Innanlands

Løgreglan hevur kannað festi í Vágum

Illgruni er um brot á djóraverndarlógina og umhvørvislógina – ongin er skuldsettur enn

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2026-02-03 07:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan var í Vágum í gjár saman við djóralækna og fólkum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og kannaðu eitt festi har.

Hetta í samband við, at fráboðanir eru komnar til løgregluna um, okkurt slag av órøkiskapi á festinum. Vaktleiðarin á politistøðini vil ikki koma nærri inn á, hvat talan er um, tí ongin er skuldsettur enn í málinum, men talan er um, at burturkast og órudd á økinum, og so hevur djóralækni frá Heilsufrøðiligu eisini gjørt nærri kanningar av heilsustøðuni hjá kríatúrunum á garðinum.

Meira verður ikki upplýst í løtuni, men kanningararbeiðið heldur fram, upplýsir vaktleiðarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder