Innanlands

Løgreglan hevði úr at gera í morgun

Fá fólk úti, men nógvar larmandi privatar veitslur

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-01 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hjá løgregluni gekk sjálvt ársskiftið í friðarliga fyri seg í nátt, men sum leið út á morgunin, gjørdist meira at gera hjá teimum, sum vóru á vakt nýggjársnátt.

- Sjálvt nýggjárið gekk friðarliga fyri seg, og vit høvdu heldur ongar trupulleikar av skeinki- ella dansistøðum. Tey hildu seg til ásetingarnar um ikki at hava opið. Men veitslurnar vóru nógvar runt um í privatum heimum, og sum tað leið út móti morgni, komu alt fleiri fráboðanir um larm, so vit máttu út til fólk og biðja tey um at dempa seg, greiðir Hildur Hentze, vaktleiðari frá.

Eftir klokkan fýra gjørdist fráboðanirnar nógvar, og løgreglufólkini fingu heilt nógv at gera. Vaktleiðarin viðgongur, at tað vóru fleiri, ið ringdu til løgregluna, men fingu boð um, at løgreglan ikki kundi hjálpa teimum, sum støðan var, tí tey vóru upptikin av øðrum uppgávum.

Eitt nú av fráboðanini um, at ein persónur var stungin.

Les eisini: Knívur á lofti í nátt 

Men har vóru eisini onnur mál. Eitt nú eitt lítið ferðsluóhapp í Havn. Tað var ikki fyrr enn nakað seinni, at løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum vísti set at vera drukkin. Nøkur onnur ferðslumál við rúsdrekka uppií vóru eisini skrásett um tað mundið, sigur vaktleiðarin.

Eisini er okkurt annað álvarsmál hent, sum løgreglan ikki kundi upplýsa meira um í morgun. Meira verður at frætta um tað seinni í dag, verður sagt.

Tað vóru ikki teir heilt stóru trupulleikar við at fólk savnaðust úti í nátt. Tó var nakað av roki uttan fyri eina hýruvognsstøð í miðbýnum, har fólk bíðaðu eftir at fáa fart heim.

Har vóru ávísir trupulleikar við fýrverki, ið varð skotið í mannamúgvuni, upplýsir løgreglan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder