Innanlands

Løgreglan handtikið og skuldsett ungan mann fyri dráp í november 2012

Grundlógarforhoyr verður í morgin

2019-06-19 13:11 Author image
Sverri Egholm

Politiið hevur í dag handtikið og skuldsett ein ungan mann í samband við eina unga kvinnu, ið doyði í november 2012.

Hesum boðar løgreglan frá í stuttorðaðum tíðindaskrivi.

Talan er um málið um Mariu Fuglø Christiansen, sum varð funnin deyð við byrgingina í Hvannasundi tann 21. november 2012. Málið hevur fleiri ferðir verið uppi og vent aftur hjá kriminaldeildini, og nú hava tey so handtikið ein mann í málinum.

Grundlógarforhoyr verður í morgin, sigur løgreglan.

Dagføring 14:59: Sambært Ritzau tíðindastovuni, verður grundlógaravhoyr í morgin klokkan 9:15.

placeholder
placeholder